Lag: Ronnie Korsager Davidsen & Henning Jensen Orð: Ronnie Korsager Davidsen Framleitt & ljóðblandað: Julian Andreasen Mastering: Óli Poulsen Sangur: Ronnie Korsager Davidsen Kór & lagt til rættis: Ronnie Korsager Davidsen & Henning Jensen Guitarsolo: Henning Jensen Mynd: Allan Korsager Davidsen Takk til: Julian Andreasen Henning Jensen Allan Davidsen Dávur Rasmussen Óli Poulsen Bogi Davidsen Heidi Borum Davidsen Rói Borum Davidsen Brá Borum Davidsen Siriđ Borum Davidsen Týrur Borum Davidsen Árant Djurhuus ------------------------------------- 1. vers: Trúfesti, villingarsjón einans Tað lærdi tú meg tá Tú við honum lá Bláoygdan, býttan helt meg verða Enn býttari var tú, ritaði ei út Hvussu skal ein bera seg at Tá ein annar kemur aftrat Tekur sessin har man sat Burturbeindur, lýstur sum vrak Niðurlag: Farvæl, far tú hagar Eygað ei sær Lat øll tíni vita Ein fingur tú fært her frá mær Tú var mín viti Mítt eitt og alt Nú ert tú einki Mína lagnu havi valt 2. vers: Lærdómur, lættur er at bera Í tyngdarloysi eg Sveimi egnan veg Ikki alt sum mist er, er ein missur Tú vísti sannan lit, angri ei vár slit Men tað er lættari sagt enn gjørt Tá tú tú kemur gangandi Hond í hond við honum har Sum eitt nýforelskað par Brennir innan í Kenslur, skil, eitt ævigt stríð Alt í mær tað geylar hví Niðurlag: Farvæl, far tú hagar Eygað ei sær Lat øll tíni vita Ein fingur tú fært her frá mær Tú var mín viti Mítt eitt og alt Nú ert tú einki Mína lagnu havi valt
Hide player controls
Hide resume playing