Orð og lag: Eyðun Nolsøe. Hans Poulsen framleiddi tónleikin. Finnur Hansen: mastering. Rúni Friis Kjær gjørdi sjónbandið. Theodor Kapnas upptók vokal í Bloch Studio. Røddir: Kim Hansen, Jens Marni Hansen, Terji Rasmussen, Tróndur Enni, Sámal Ravnsfjall, Kristina Skoubo Bærentsen, Lív Næs, Evy Tausen, Karl Martin Samuelsen, Eyðun Nolsøe. Upprunalig útgáva av Frændur “Mítt land“ - 1992. Eg var føddur í hesum landi her stormarnir herja títt úr einum reinum og ríkum havi hevja tindar og fjøll seg frítt her syngi eg mínar sangir um nætur í gleði og ró um sorgarfullar dagar hjá okkum og hesari tjóð Eg vil liva fyri kærleikan eg fái frá tær eg vil liva sum ein spurningur í krevur eitt svar Eg vaks upp í hesum landi her tað mangan er kalt og grátt og prát sum okkum dámar tað er ongantíð ov smátt tey sum einki eiga skulu ikki hava meir hóast byrðan altíð lætnar um vit bera hana fleir Eg vil liva... Eg havi búð í hesum landi tá tað sprettur á hvørjari ong og skip leggja tung at landi eg fagni væl teirra fong mær kenslur í barminum brenna Føroyar og fólkið her býr má frælsi vera tín arvur ein gáva ómetalig dýr Eg vil liva...
Hide player controls
Hide resume playing