Fyri at menna føroyskan fótbólt uppaftur meira, skulu vit hava fótbóltshallir, har okkara talentir kunnu mennast uppaftur meira. Tí legði Páll á Reynatúgvu í seinasta valskeiði fram uppskot, um at byggja tvær fótbóltshallir. Uppskotið fall, men gamla landsliðshetjan ætlar sær at leggja tað framaftur, tí einki marknaðarførir Føroyar betur enn fótbólturin og einki savnar tjóðina sum fótbólturin.
Hide player controls
Hide resume playing